tirsdag den 23. august 2011

søgn um Guldbrandsø

 Í bókini “Søga og søgn”, sum Andreas Weihe gav út í 1933, er hendan søgnin at finna um tipoldurommu mína Anna Malena Guldbrandsø, fødd á Skælingi í 1837:

Ein merkiligur hundur

Tvillingasystrarnar á Skælingi, Malena og Elin (Malena giftist við Díðriks-Kristiani á Stykkinum, Elin við Elias bónda á Seturstað á Selatrað), fóru ein dagin í skælingshagan at skava korka. Meðan tær skavaðu við góðum huga, kom ein flekkutur hundur til teirra. Hann var í mongum lutum sjáldsamur. Men tað sjáldsamasta við honum var, at hann eingi oyru hevði.

Eina løtu stóð hann hjá teimum, men so bríkslaði onkustaðni nakar, tær vistu ikki hvar. Hundurin leyp avstað, og tá ið hann var farin aftur undir ein stein nærindis gentunum, sást hann ikki aftur. Men tær hoyrdu hvínan til hansara, sum varð hann tyktaður av fólki.

Tær fóru at hyggja, hvør ið mundi vera undir steininum fyri uttan hundin; men tær sóu hvørki hund ella fólk. So gjørdust tær bangnar og fóru heim. Tær hildu nú, at tann flekkuti hundurin við ongum oyrum mundi vera ein hulduhundur.

PS: Andras á Vattóli úr Skúgvi giftis í 1835 við bóndaeinkjuni, Súsonnu Sørinardóttir, á Skælingi á Streymoy í Føroyum, og fáa tey 04. juni í 1837 tvíburðar, 2 gentur, ið fáa eftirnanvið Guldbrandsø.
Elin Marie Guldbrandsø, giftist til Selatraðar í Eysturoynni við Elias Joensen, slektaður av Trøllanesi. Hin tviburðin Anne Malene Guldbrandsø, olduromma mín, giftist til Stykkið á Streymoynni  við Christian Didrik Jensen, og fingu tey 8 børn, abbi mín, Jens Pauli Sofus Danielsen (1903-1988) er abbasonur teirra .

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Progress is change a disadvantage with a new one.