fredag den 11. marts 2011

Guldbrandsø

...


Millumnavnið hjá mær, Guldbrandsø, stavar frá Andrass Hanusson (1792-1839), ið var føddur í Skúvoy 02. desembur 1792.
NB! this blogg-text is under construction ! informations or hints are welcome my email

Andrass Hanusson, Andrass á Vattóli, sum tey rópti hann, fekk loyvi frá donsku krúnini at fara til Noregs í 1817, har hann royndi seg m.a. í handli í Lofoten, var við norskum hvalastingaraskipi og sigldi við tí norsku Norlandsjaktini " "Barbro Dorothea" (60 tonsari), ið førdi frakt/handilsvøru 2 ferðir um árið, á várið og á vetrið millum Lofoten og Bergen. Seinni, á sumri í 1827, er hann við á rannsóknaferð við W.A Parry, bretskum officeri til Nórðpólin, útsendur av ensku krúnini.

Men "reyði tráðurin til millumnavninum hjá mær" er at finna umborð á Norlandsjaktini "Barbro Dorothea":

Hendingin sum fer fram, er skrivað niður av Pastor Erik Andreas Colban (1760-1828), ið 1818 var prestur í Vågan prestagjaldinum í Lofoten í norður Noregi, pastor Colban skrivar soleiðis
(kelda: arkivportalen.no : Lofoten prosti, gjenpart av prost Colbans innberetning 9. 6. 1819 til amtmanden, Trondheim )


"Den 22. september 1818 var ein av de største nordlandsjektene på tur over Folda i sydaust storm. Jekta tilhørte Johan1) Ellingsen, Saltdalen (1758-1822)a), og var på heimtur fra Bergen. Jekta var midt på Folda omlag 3 mil fra land da den mista masta. Den ble derved prisgitt storm og bølger som førte den rett til havs. Ombord var eieren, Johan Ellingsen, med tre barn og ti manns besetning, tilsammen 14 mennesker. De ville ha vert redningsløst fortapt, dersom ikke styrmannen og mannskapet på ei lita jekt fra Skrova hadde tatt opp kampen mot elementene. "
(Manningin umborð á jektini frá Skrova vóru: Ole Christoffersen, Skrova; Elias Simonsen, Skrova; Petter Mathisen, Skrova; Ole Caparsen, Guldbrandsøya; Mons Erichsen, Guldbrandsøya)
(Manningin umborð á  "Barbro Dorothea" frá Saltland vóru:  manningalistin er á veg )

Andrass, ið er ein av teimum 10 sjómonnunum umborð, verður bjargaður í land á lítlu oynni "Guldbrandsøya" beint norðanfyri stóroynna Skrova, (sí kort her) Hann lovar almissu, tá ið hann er komin á land, at allir eftirkomarar hansara skulu bera navnið á oynni. Eg fekk eitt tips frá skúlastjóranum á Skrova, Kai Haug, og ringdi t. 09. mars 2011 til Harry Augustiussen (75 ár) á Skrova og ringdi eisini sama dag til Harald Linchausen (62 ár) og tosaði við teir báðar. Teir mintust væl hendingina , og Harry hevur enntá skrivað  stutta frásøgn um hendinga, út frá frásøgnina hjá prost Colban, í heftinum "Skrova - i text og billeder".
Harald og eg er blivnir vinir á Facebook, og hann vil royna at finna meira um hendingina.
Harald er Skrovingur, men hevur summarhús á Guldbrandsø, so hvør veit, um eg ikki fari ein túr okkurt summarið at vitja staðið, har Andras á Vattóli, bjargaði sær lívinum.




Summarhúsið hjá Harald Linchausen á oynni Guldbrandsø



Í 1835, 17 ár eftir tilburin, giftist Andras á Vattóli við bóndaeinkjuni, Súsonnu Sørinardóttir (f. 07-04-1800 d. ??), á Skælingi á Streymoy í Føroyum, og fáa tey 04. juni í 1837 tvíburðar, 2 gentur, ið fáa eftirnanvið Guldbrandsø.
Elin Marie Guldbrandsø, giftist til Selatraðar í Eysturoynni við Elias Joensen, slektaður av Trøllanesi. Hin tviburðin Anne Malene Guldbrandsø, olduromma mín, giftist til Stykkið á Streymoynni  við Christian Didrik Jensen, og fingu tey 8 børn, abbi mín, Jens Pauli Sofus Danielsen (1903-1988) er abbasonur teirra .

Tað er sera áhugavert, at nú í 2011, næstan 200 ár seinni, at tað eru enn 10 eftirkomarar hansara, ið bera navnið Guldbrandsø.
Men enn meiri áhugavert er, at Andrass 9 ár eftir, í 1827, er ein av 28 hjálparmonnunum í ferðalagnum hjá bretska orlogsofficerinum, W.A. Parry, ( les meiri um Parry her ), ið sjóvegis og á hundasletur skipar fyri eini Norpóls ekspeditión (kelda: Kirsten S. Reese )

In June 1827, British Navy Officer William Parry (1790-1855) and two teams of fourteen men lasted two months made an attempt to reach the North Pole by sledge from Spitsbergen at Seven Islands (Clover Cliff) [Spitsbergen at Sjuøyane ]On  from his ship "HMS 2) Hecla"(1815-1831) and over the ice, attaining lat. 82°45′N, but was forced to turn back mainly by the fatigue of his exploring party. The attempt remained for 49 years the highest latitude attained. He published an account of this journey under the title of Narrative of the Attempt to reach the North Pole, &c. (1827). (les avísuna her - niðast). In April 1829 he was knighted as Sir Wiliam A. Parry.



a)
Ellingsenfamilien på Saltnes var av Benkestokslekten i Meløy. Jens Ellingsen og hans kone fikk 7 sønner og 2 døtre som alle ble spredt i landsdelen som handelsfolk: Sortland, Røsvik, Hustad, Inndyr, Skagestad, Valberg, Skrova og Gimsøy. Sønnen Johan Ellingsen overtok etter hvert Saltnes.  I 1808 eide han en jekt som var oppkalt etter hustruen, Barbro Dorothea. Jekta var på 28,5 kommerselester, nesten 60 registertonn med ca. 342 tønner i volum og et mannskap på 11. Johan eide i tillegg to fembøringer og en åttring. Fra 1817 sendte Johan jekta til Bergen to ganger årlig. Sønnen Petter nevnes som styrmann.

Dette er opplysninger fra vårt historieverk "Saltdal – gård og slekt". Vi har ingen informasjon om forliset.

Med vennlig hilsen
Saltdal kommune, Enhet for kultur
Liv Krane
Enhetsleder.


1)  Barbara Dorothea Kildal Petersen, Kjøpsvik, født 16/7 1774, døpt 28/8, død 8/7 1825 begr. 13/7 i Saltdal. Gift 3/12 1794 med Johan Ellingsen, født 10/9 1758 på Saltnes i Salten, døpt 10/12, konfirmert i Saltdal 5/5 1776, død 2/4 1826, skipper og handelsmann på Saltnes.
2)  http://www.pbenyon.plus.com/18-1900/H/02204.html HMS Hecla, 1815 , Type: Vessel of exploration ; late Bomb ; Armament 6 (1 × 13 mortar, 1 × 10 mortar, 8 × 24pdr, 2 × 6pdr. ) , Launched : 1815 ; Disposal date or year : 1831
BM: 372 tons






Illveður t. 23.12.2011 nær oynni Guldbrandsø (myndaeigari: Harald Linchausen)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Progress is change a disadvantage with a new one.