torsdag den 24. marts 2011

Summar 2011

Í summar, 14. juli - 04. august 2011, fara eg og tvillingarnir at ferðast í 3 vikur í Danmark.

Vit hava gjøgnum hjembytte.dk býtt um hús og bil.

Hettar er á fyrsta sinni, eg royni ein tíllikan hátt, so tað verður spennandi, sera spennandi. Tey, ið vit býta um hús við, er eitt eldri lærarapar, og tað vóru tey sum kontaktaði okkum. Lýsingin, sum eg havi lagt út av okkara heimi, kann síggjast her.
Heimið hjá teimum í Ringkøbing í vesturjútlandi nær Hvide Sande sæst her.


3 vikur er rúm tíð, og tí hava vit gjørt ein feriuplan, trýst á myndina niðanfyri at síggja størri mynd:


Ein rúgva av "aktivitetum" eru í juli og august í Ringkøbing og har á leið, les meira á visitvest.dk

Á hvørjum árið er kapping í Søndervig (út við stondina, 10 km. frá Rinkøbing) um at gera besta sandskulpturin. Videoin niðanfyri er frá kappingini summarið 2010:




Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Progress is change a disadvantage with a new one.